Á aðalfundinum bleiv nevndin afturvald, og heldur hon fram óbroytt – Árni Jacobsen, formaður, Sóvá Jacobsen, kassameistari, og Ingolf S. Olsen, skrivari. Sum varafólk blivu vald Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen og Jóan Petur Joensen í nevndu raðfylgju. Viðtøkubroytingar vóru settar á skrá til aðalfundin, men avgjørt varð, at ein eykaaðalfundur seinni skal taka støðu til tað málið.
Á uppstillingarfundinum bleiv tosað aftur og fram um næsta løgtingsval og uppstillingina í Vágum. Nevndin fegnast um, at onkur valevni, sum hava verið í uppskoti, hava sýnt áhuga. Enn hevur ongin tó endaliga váttað uppstilling.
Eftir formliga aðalfundin og uppstillingarfundin greiddi Høgni Hoydal, formaður floksins, frá politisku støðuni, og tók síðan lut í góðum politiskum kaffipráti.
--
(MYND, nevndin)
Nevndin í Vága Tjóðveldisfelag heldur fram óbroytt. Úr vinstru eru tað Ingolf S. Olsen, skrivari, Árni Jacobsen, formaður, og Sólvá Jacobsen, kassameistari. Varafólkini Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen og Jóan Petur Joensen vanta á myndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald