Politikkur

Nevndarval í Sev

Eykaaðalfundurin hjá Sev hevur í dag valt nýggja nevnd. Nevndin hevur sjey limir, sum umboða hvør sítt øki í Føroyum.

2025-02-28 15:00 Author image
SEV
placeholder

Í nevndina komu:

Heðin Mortensen, Suðurstreymoy, Annita á Fríðriksmørk, varalimur

Torbjørn Jacobsen, Eysturoy, Suni í Hjøllum varalimur

Sylvia Thomsen, Norðoyggjar, Anfinn í Toft, varalimur

Winnie Kjærbo, Sandoy, Rúni Winther varalimur

Arni Teindal, Suðuroy, Marin Gaardlykke varalimur

Haraldur S. Hammer, Norðurstreymoy, Lena Dam varalimur

Hans Kári Hansen, Vágar, Jóanis Albert Nielsen varalimur


Á skránni var eisini uppskot frá Klaksvíkar og Runavíkar kommunu um viðtøkubroytingar í Sev, men uppskotið fall. 

Klaksvíkar kommuna hevði broytingaruppskot til uppskotið um viðtøkubroytingar, og eisini tað fall.  

Uppskot til samtyktar frá Klaksvíkar kommunu um at nýggja nevndin innan 2 ár skal koma við uppskoti til nýggjar viðtøkur fyri felagið varð samtykt.

Fráfarandi formaður Kári Johansen greiddi stutt frá nøkrum av avrikinum hjá fráfarandi nevnd, og ynskti nýggju nevndini hepna hond og blíðan byr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder