Vinna

Navigare keypir tvey skip frá Arklow Shipping í Írlandi

Talið á skipum hjá Navigare veksur úr 11 til 13, nú fyritøkan fær skipini Hav Brim og Hav Sund ávikavist í apríl og juni í ár. Skipini eru bygd í 2008 og koma at lasta 4600t.

2022-03-11 11:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við hesum keypinum ger Navigare somuleiðis sína størsta íløgu í søgu felagsins. Avgerðin er strategisk og ein liður í at endurnýggja flotan tey komandi árini.

Vit fara inn í framtíðina við positivum huglagi og fleiri spennandi verkætlanum, hóast óvissuna, ið hevur verið seinastu árini og nú tí spentu støðuna millum Russland og Ukraina.

Um skipini:

Longd 89.95m

Breidd 14.4m

BT 2998t

Motororka 1800kW

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder