Tá ið tað í 2018 kom fram, at ætlanir vóru at fara at ala út fyri á Víkum í Vágum mælti Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, staðiliga frá.
Mótmælisskriv vóru send myndugleikunum og skipað varð fyri fólkafundi, sum varð hildin norðuri á Munna, og nógv fólk møttu upp. Røður vóru hildnar, og m.a. skeyt ein røðari upp, at økið frá Mykineshólmi, norðursíðuni á Vágoynni, Vestmannabjørgini og økið norð móti Tjørnuvík skal verða friðað.
Tíverri vunnu sjónarmiðini hjá FNU ikki frama, og í 2019 byrjaði alivirksemið í økinum.
Ávaringar fyri deyvum oyrum
Tað sigur seg sjálvt, at tað, at hava vinnuvirksemi í einum órørdum náttúruøki er sera vágið. Umframt vanligu dálkingina, sum aling hevur við sær, so er eisini vandin fyri óhappi stórur, ikki minst á einum so harðbalnum øki. Longu í januar 2020 hendi fyrsta óhappið, tá ið fóðurflakin Hellutangi sleit. Tað eydnaðist tó at forða náttúruvanlukkuni í hesum umfari. Men hóast hesa ávaringina, varð hildið fram, og í apríl í 2021 hendi vanlukkan so: Hellutangi sleit aftur og endaði inni í brimunum undir bjørgunum og gjørdist vrak.
Onkrar royndir vórðu gjørdar at fáa hann av aftur, men tað eydnaðist ikki. Í juli varð gjørt av at steðga við royndunum, lata heystið og veturin ganga og síðani royna aftur – møguliga í teirri vón, at brimið fór at gera av við vrakið.
Liggur sum ein skammblettur
Skírisdag 14. apríl 2022 var Jóna A. Ólavsdóttir á hestbaki í økinum. Hon tók nakrar fotomyndir og sendi tær til FNU. Og myndirnar tala fyri seg.
Á myndunum sæst, at fóðurflakin er tægaður sundur av brimi, og at leivdirnar av vrakinum liggja spjaddar í hesum náttúruvakra øki. Vraklutirnir síggjast væl, tí har er rættiliga grunt.
Hetta er eingin vøkur sjón og avgjørt ein skammblettur á hesa annars órørdu náttúru.
FNU
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald