Í kvøld eru fleiri NATO skip eystanfyri Føroyar. Hvussu nógv tey eru vita vit ikki í løtuni, men talan er um minst 9 skip.
Víðari var sagt í tíðindaskrivinum, at tilsamans 11 skip, tríggir kavbátar og 16 patruljuflogflør úr Bretland, Kanada, Fraklandi, Niðurlondum, Danmark, Noreg, USA og Týsklandi eru við í venjingini. Talan er um eina afturvendandi venjing, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurhøvum.
Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum. Hugsast kann, at okkurt av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald