
Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2025. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í umleið 14 dagar, áðrenn hon endar í Noregi.
Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðaneftir.
Tilsamans tíggju skip, tríggir kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Niðurlondum, Norra, Íslandi, Danmark, Póllandi, Kanada og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.
Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum, men okkurt skip kann hugsast at koma í havn ella leggja leiðina nær landi. Mesta virksemið við Føroyar í sambandi við Dynamic Mongoose 2025 verður væntandi um vikuskiftið og fyrst í komandi viku.
Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja fyri ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.
Hetta er fjórða árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald