Lýsing

Námsfrøðingur til barnagarðsstovu í Alvalon

Hevur tú hug at arbeiða á einum stovni, har tryggleiki, relatiónir og barnsins rødd eru í miðdeplinum – og har gerandisdagurin er bæði lívligur og mennandi? So er Alvalon kanska rætta staðið fyri teg.

2026-01-05 23:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava tøv á:

- Einum námsfrøðingi at starvast í barnagarðsstovu 30-40 tímar um vikuna.

- Starvið verður sett frá 2. februar 2026 ella eftir nærri avtalu.

Um stovnin

Alvalon er nýliga bygdur út, so í dag hava vit sera góðar karmar til okkara námsfrøðiliga virksemi. Í nýggja bygninginum eru tvær barnagarðsstovur, umsiting, fundarhølir og góð starvsfólkahølir.

Útbyggingin hevur eisini havt við sær, at tær stovurnar, sum framhaldandi halda til í teimum eldru hølunum, nú hava fingið munandi betri karmar.

Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit brúka náttúruna nógv og eru ofta á túri – bæði í haganum, á sandinum, á fótbóltsvøllum, á Stakka og aðrastaðni í nærumhvørvinum.

Í Alvalon eru tríggjar vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og ein elstibólkur. Í løtuni ganga 92 børn á stovninum í aldrinum 0–7 ár. Starvsfólkatoymið telur 12 námsfrøðingar og 21 hjálparfólk, sum saman arbeiða fyri at skapa tryggar, mennandi og innihaldsríkar dagar fyri øll børn.

Námsfrøðiliga arbeiðið

Í Alvalon ynskja vit, at øll børn kenna seg trygg og sum ein virðismiklan part av felagsskapinum. Tryggleiki er ein fortreyt fyri trivnaði og menning, og tí leggja vit stóran dent á relatións- og umsorganararbeiðið og arbeiða tilvitað við tilknýtisástøðini. Vit raðfesta eisini eitt gott foreldrasamstarv, rørsluliga- og málsliga menning, felagsskapin, spælið og útilív. Vit eru upptikin av, at børnini hava eina rødd, og at tey – í stóran mun – sjálvi sleppa at mynda dagin.

Vit kunnu bjóða tær

• Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum, vinarligum og hjálpsomum starvsfólkahópi.

• Eitt umhvørvið har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti.

• At tú verður luttakandi í einum stovni í menning, har pláss er fyri nýhugsan.

• At verða partur av verkætlanini “Saman um barnið – Vitan í verki”. Verkætlanin fevnir um øll, sum arbeiða innan barna- og ungdómsøkið í Vágum.

• Eitt arbeiðspláss har námsfrøðiligir fundir verða raðfestir

• At tú sum námsfrøðingur fært tíð at fyrireika og eftirmeta títt arbeiði – 10% av tínum starvsbrøki.

Vit vænta m.a. av tær

• At tú arbeiðir fakliga grundað og hevur góð samstarvsevnir.

• At tú tekur ábyrgd og arbeiðir í samsvari við okkara virðum og barnaáskoðan.

• At tú megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.

• At tú ert nærverandi, vinarlig/-ur og hjálpsom/-ur, og dugir at skapa góðar og mennandi relatiónir við børn, foreldur og starvsfelagar.

• At tú, saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein tryggan, mennandi og góðan dag fyri børnini.

• At tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja møguleikar í øllum børnum.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sørvágs kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 20. januar 2026.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder