Lýsing

Námsfrøðingar til Sóljugarð

Vit í Sóljugarði søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða í einari av okkara barnagarðsstovum og vøggustovum. Starvið byrjar 1. juni ella 11. august, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30–40 tímar um vikuna.

2025-04-29 23:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um starvið

Sóljugarður er ein stovnur í Sandavági við uml. 80 børnum. Vit hava tríggjar vøggustovur við 10 børnum í hvørjari, tríggjar barnagarðsstovur við 10–15 børnum og eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini.

Í Sóljugarði starvast um 30 dugnalig og íðin fólk. Vit eru staðsett tætt við sandin, ánna, fótbóltsvøllin, viðarlundina og aðrar perlur í Sandavági.

Sóljugarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týdningarmikil partur av námsfrøðiliga arbeiðinum. Sum námsfrøðingur ert tú, saman við starvsfeløgum, við til at tryggja, at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir, og at børnini fáa ein innihaldsríkan gerandisdag. Spæl, nærvera, útilív og góður trivnaður eru kjarnuvirðir í okkara arbeiði. 

Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis og at fyrireika og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið. Arbeiðið verður samskipað saman við øðrum námsfrøðingum, hjálparfólkum og leiðaranum. Eisini verður tú við til at menna, endurskoða og seta tín dám á virksemið.

Okkara styrki er, at vit arbeiða væl saman, eru hjálpsom, forvitin og hava tað stuttligt saman. 

Vit leggja dent á:

  • Námsfrøði og dygd

  • At spælið verður virðismett sum týdningarmesti liður í menning barnsins

  • Relatiónsarbeiði

  • Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar

  • At tey vaksnu eru kveikjandi og virkin saman við børnunum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur hug og hegni at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag við virðing fyri tí einstaka barninum

  • Dugir at samstarva og taka ábyrgd, so vit í felag lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar

  • Ert fyrikomandi og dugir at samskifta virðiliga við foreldur, starvsfelagar og onnur

Løn og setanartreytir:

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:

  • Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11–24

  • Hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2–8

Søk starvið við at trýsta á HER. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og viðmæli, um so er. 

Umsóknarfreistin er mikudagin 14. mai 2025.

Nærri kunning fæst við at ringja til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456, ella við at senda teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder