Lýsing

Námsfrøðingar og avloysarar til Alvalon

Alvalon leitar eftir trimum námsfrøðingum á 30-40 tímar um vikuna til setan frá 1. mars 2023 ella eftir nærri avtalu. Eisini hava vit tørv á avloysarum undir feriu, sjúku o.l. Um so er, at námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv.

2023-02-13 18:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um stovnin

Alvalon er ein dagstovnur í Sørvági, ið hevur tríggjar vøggustovur, tvær smábarnastovur, eina 5 ára stovu og ein elstabólk.

Vit leggja stóran dent á virðini tryggleiki, umsorgan, virðing og sjálvbjargni. Eisini arbeiða vit tilvitað við relatiónsførleikum. Námsfrøðilig amboð ið kunnu nevnast eru: ástøði hjá Lise Ahlmann, Betri vinir og Tras. Harafturat eru vit sera upptikin av rørsluligu menningini hjá barninum og hava vit eitt motorikktoymi, við útbúnum motorikkvegleiðarum, ið møtast aðru hvørja viku. Meira kunning um virksemi á stovninum sæst á www.alvalon.fo


Vit raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir og hjálparfólkafundir, har vit arbeiða við ymiskum evnum, persónligari og fakligari menning.


Stovnurin er í støðugari menning, og í løtuni eru vit í einari spennandi 3 ára verkætlan, saman við øllum barna- og ungdómsøkinum í Vágum, sum kallast “Saman um barnið – vitan í verki”. Endamálið við verkætlanini er, at tað skal vera betri og lættari at vera barn í Vágum.


Væntanir

Væntað verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum skipar ein tryggan, mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, undrandi og dugir at síggja menningar møguleikar. Eisini er tað umráðandi, at tú tosar føroyskt.


Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Starvssetanin er treytað av at barnaváttan fæst.


Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi týsdagin 28. februar 2023

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Vivian á Stongum, varaleiðara, tlf. 233237.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder