Um størvini:
Eitt starv er í vøggustovu, saman við tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki. Starvið er 30 t um vikuna og er tíðaravmarka frá 1. februar 2023 til 1. januar 2024
Eitt starv er í smábarnastovu (3-4 ára gomul), saman við einum námsfrøðingi og trimum hjálparfólkum. Starvið er 30 t um vikuna og er tíðaravmarka frá 1. februar 2023 til 1. august 2023 – møguliga longri.
Eitt starv er í vøggustovu, saman við tveimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum. Starvið er 25 t um vikuna og er tíðaravmarka frá 1. mars 2023 til 1. september 2023
Umframt hesi hava vit tørv á avloysarum at arbeiða undir sjúku, feriu o.l.
Um stovnin
Alvalon liggur í einum barna- og náttúruvinarligum umhvørvi í Sørvági. Vit skipa karmarnar so, at børn og vaksin trívast, hava tað stuttligt og mennast. Á stovninum ganga 99 børn í aldrinum 0-7 ár. Tað arbeiða 11 námsfrøðingar, 21 hjálparfólk, skrivstovufólk og køksfólk á stovninum. Vit arbeiða í felag um at menna stovnin. Vit raðfesta námsfrøðiliga dygd, tí er tíð til fyrireiking og eftirmeting ein partur av arbeiðnum. Somuleiðis hava vit pedagogfundir og hjálparfólkafundir, har vit arbeiða við ymiskum evnum, persónligari og fakligar menning.
Væntanir
Væntað verður, at tú hevur góð samstarvsevni, er nærverandi og saman við hinum starvsfólkunum, skipar ein mennandi og góðan dag fyri børnini. Somuleiðis, at tú ert virkisfús/-ur, tolin, og dugir at síggja menningar møguleikar.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt spennandi arbeiðspláss
- at verða við í einum dugnaligum starvsfólkahópi
- eitt umhvørvi, har trivnaður, fakligheit og menning eru í hásæti
- at verða luttakandi í einum stovni í menning
Sí heimasíðu okkara www.alvalon.fo
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, c.v., viðmælum v.m. skal sendast til [email protected] í seinasta lagi hósdagin 19. januar 2023
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tórdis Dam Johannesen, leiðara, tlf 233240.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald