Vinna

Námsfrøðiligu leiðararnir: Vit mugu hava ráð og rúm at leiða

Leiðararnir á námsfrøðiligu arbeiðsplássunum vilja hava leiðsluuppgávuna í brennidepilin, tí hon er dottin niður ímillum í nógvu umrøðuni, sum annars hevur verið um námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðin. Tað kom fram á eykaaðalfundi hjá Leiðararáðnum hjá Føroya Pedagogfelag. Danski leiðsluráðgevin og rithøvundurin Elsebeth Hauge var gestarøðari og røddi um evnið ”leiðaraskomm”, sum hon hevur skrivað bók um

2023-05-08 15:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Leiðararnir sum fakbólkur og sjálv leiðsluuppgávan má nógv betur fram í ljósið, nú námsfrøðiligi arbeiðsmarknaðurin annars er á breddanum. Tað halda tey í Leiðararáðnum hjá Føroya Pedagogfelag, sum júst hevur havt eykaaðalfund.

Leiðararáðið fýlist á, at leiðararnir og sjálv leiðsluuppgávan nærum ikki verða tikin upp á tungu í nógvu umrøðuni, sum er av truplu støðuni á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðinum.

Eitt nú sóknast tey eftir fleiri leiðsluamboðum at styrkja fakligheitina og fáa starvsfólk at trívast.

Í Leiðararáðnum vísa tey á, at leiðararnir á teimum námsfrøðiligu arbeiðsplássunum hava ógvuliga fá amboð at leiða og motivera starvsfólk við. Eitt nú halda tey, at tað átti at verið møguligt hjá leiðaranum á einum námsfrøðiligum arbeiðsplássi at samsýnt starvsfólki fyri serligar førleikar og fyri at taka sær av serligum uppgávum. Eisini ger vantandi stabilitetur á starvsfólkaøkinum tað trupult at leiða, tí so nógv orka fer til at loysa bráfeingis uppgávur og finna avloysarar.

Í februar legði Dagstovnaráðið fram sítt tilmæli ”Fyri barnsin besta”, og á eykaaðalfundinum greiddu Julianna Næs og Edda Hjartvardsdóttir, sum umboða Føroya Pedagogfelag í Dagstovnaráðnum, frá álitinum.

Arbeiðið hjá Dagstovnaráðnum bleiv róst á eykaaðalfundinum, men eisini í tí sambandinum bleiv tó staðfest, at tilmælið ikki ger stórvegis burtur úr leiðarunum og leiðsluuppgávuni.

Leiðaraskomm

Á eykaaðalfundinum, sum var hildin í Smæruni í Havn, var danski leiðsluráðgevin og rithøvundurin Elsebeth Hauge gestarøðari. Evnið var ”leiðaraskomm”, sum hon við støði í samrøðum við nógvar leiðarar á privatum og almennum arbeiðsplássum eisini hevur skrivað bók um.

Hennara kanningar staðfesta, at nógvir leiðarar ganga runt og skammast. Teir skammast um alt møguligt í sambandi við arbeiðið, og afturvendandi er skommin av ikki at røkka í gerandisdegnum.

Elsebeth Hauge bað eisini námsfrøðiligu leiðararnar í Smæruni koma við dømum, har teir skammaðust, eitt nú í støðum, tá teir ikki kendu seg røkka, og svarini trutu ikki.

Á eykaaðalfundinum blivu Arna Silvurstein og Eyð Skúvadal Johannesen nývaldar í Leiðararáðið, og Diana S. Mouritsen bleiv vald sum eykaumboð. Hini eru Mirjam Johannesen, Elisabeth Henriksen og Turið Horn. Nýggja leiðararáðið fer at skipa seg í næstum.

--

(MYND 1: Nýggja Leiðararáðið)
Nýggja Leiðararáðið hjá Føroya Pedagogfelag. Úr vinstru eru tað Eyð Skúvadal Johannesen, Arna Silvurstein, Diana S. Mouritsen, eykaumboð, Elisasbeth Henriksen, Mirjam Johannesen og Turið Horn



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder