Vinna

Nakrir bilar blivu raktir av áarlopum

Løgreglan fekk nógvar fráboðanir um áarlop í gjár

2025-01-13 08:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dagurin hjá løgregluni í gjár var merktur av, at tey fingu nógvar fráboðanir um áarlop.

Tann fyrsta kom um 13 tíðina, tá ið áarlop var á Vatnavegnum millum Miðvág og Vatnsoyrar. Síðani bleiv stutt millum tær. Millum Leynar og Skæling. Við Landsfjósið norðanfyri Kollafjrøð. Millum Ljósáir og Eiði. Millum Skálabotn og Skipanes. Í fleiri umførum kom fráboðan um áarlop við Selatræð. Norðanfyri Hósvík. Úr Haldarsvík. Úr Funningsbotni komu fleiri fráboðanir. Kaldsbaksbotni. Norðskála. Syðrugøtu. Søldarfirði. Við Leynatunnilin vóru fleiri áarlop. Úr Haraldssundi. Úr Klaksvík og Ánunum. Á Strondum. Á Oyrabakka og á Vestmannavegnum.

Á Skála og á Eiði var nógv vatn komi í kjallarar.

Av løgreglustøðini verður upplýst, at nakrir bilar blivu raktir av áarlopum. Tað var á Vatnavegnum, við Leynatunnilin og á Vestmannavegnum.

Annars verður upplýst av løgreglustøðini, at um 10 tíðina kom fráboðan um at ein hundur hevði biti ein persón. Eigarin av hundinum fær eina bót fyri at hava brotið hundlógina. Hetta var í Gøtu.

Í gjárskvøldið var ein bilførari helst tikin fyri av koyra ávirkaður av rúsevnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder