Ítróttur

Náðileysur lærdómur í Svøríki

Talan gjørdist um trý greið tap fyri føroyska U17-landsliðið við gentum, sum hevur tikið lut í árligu NM kappingini, ið hesaferð var í Sundsvall í Svøríki

U17-hópurin við gentum, ið var til NM kappingina í Svøríki - Mynd: Malena Josephsen

U17-hópurin við gentum, ið var til NM kappingina í Svøríki - Mynd: Malena Josephsen

2023-07-14 22:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: – Vit mugu bara ásanna, at vit møttu sera sterkari mótstøðu, og samanumtikið, so megnaðu vit ikki nógv ímóti teimum. Men hetta hevur allíkavæl verið ein stór uppliving. Genturnar hava arbeitt hart og verið ótrúliga raskar, samstundis sum tær heilt sikkurt hava fingið nógvan lærdóm heim við.

Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við gentum, sum hevur verið til NM kapping í Sundsvall í Svøríki.

Okkara gentur spældu tríggjar dystir, og talan gjørdist tíverri um tríggjar greiðar ósigrar. Mótstøðulondini vóru England, Finnland og Dannmark. Í fyrsta dystinum taptu tær 4-0 fyri Englandi, síðani vóru finsku genturnar náðileysar og vunnu 10-0, meðan triði og seinasti dysturin endaði 7-0 til Danmark.

– Ímóti Englandi spældu vit ein góðan dyst; genturnar kempaðu og stríddust væl, og hildu nærum allar avtalur. Men ímóti Finnlandi og Danmark megnaðu vit ikki at halda mótstøðuliðunum líka væl burtur frá málinum, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U17 gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Albania um mánaðarskifti november-desember. Tá vera mótstøðulondini Albania, Wales og Kasakstan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder