Vinna

Myndir: National Geographic Explorer er á Miðvági

Klokkan sjey í morgun kom ferðmannaskipið National Geographic Explorer á Miðvág.

2022-07-06 11:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skipið kom til landi í fyrradagin tá ið tað vitjaði á Tvøroyri, í gjár var vitjað í Havn, og er ferðmannaskipið komi á Miðvága í morgun, áðrenn leiðin gongur víðari.

NG Explorer var tikin í sigling í 1982, tá ið skipið var eitt snarrutuskip í Norra, skipið var heimahoyrandi í Norra fram til 2007 tá ið tað fór undir flaggið hjá Bahamas, og bleiv tá eitt reikfarðaskip.

NG Explorer er 112 metrar og 16 metrar breitt. Skipið hevur pláss fyri 148 ferðafólkum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder