2022-04-14 23:32
Tað gingu bert fáir minuttir frá samanstoytingin til Eysturbúgvin sakk.
Øll manningin, sum taldi sjey, var skjótt bjarga umborð á Vesturbúgvan við MOB bátinum. Allir hava tað gott eftir umstøðunum.
Vesturbúgvin kom á Havnina um 19-tíðina í kvøld.
Sum myndirnar vísa hevur Vesturbúgvin fingið nakað av skaða av samanstoytinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald