2022-04-24 09:33

Vestmenningur, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, kom í gjár á Vestmanna, har teir hava lagt seg at bíða til teir eiga landingartørn hjá Havsbrún í Fuglafirði. Vestmenningur sleppir framat at landa týsdagin.
Í løtuni landar Birita til Havsbrún, og eftir hana sleppir Jupiter framat áðrenn Vestmenningur skal landa.
Vestmenningur hevur henda túrin fiskað 1900 tons av svartkjafti.
Hesar myndirnar tók Jan Erik Simonsen í gjár í Vestmannasundi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald