Snarfrost tók ímóti uppsjóvarfiski í 2019 og 2020, men hevur ikki tikið ímóti uppsjóvarfiski síðan, men í gjár kom sild inná virkið.
Í løtuni verður virkið royndarkoyrt. Alt koyrir ikki enn, men tá ið alt koyrir sum tað skal, so fáa tey fryst 100 tons av uppisjóvarfiski um samdøgnið.
Vit vóru á Snarfrost í dag, har stjórin og reiðarin Tummas Henriksen vísti okkum runt.
Á Snarfrost ber nú til bæði at singulfryst, blokkfrysta og tunnilsfrysta uppisjóvarfisk. Umframt tað eru eisini maskinur til at avhøvda og skera fløk av uppisjóvarfiski.
Pole J. Hansen er í heyst settur sum virkisleiðari á Snarfrost.
Sigast má, at umstøðurnar á Snarfrost eru munandi betri í dag enn tær vóru tá ið virkið tók ímóti uppisjóvarfiski í 2019 og 2020.
M.a. kunnu tangabilar tøma eina heila last inná virkið, tí kari í móttøkuhøllini tekur 30 tons. Umframt tað er ógvuliga nógvar maskinur komnar á virkið.
Leggjast kann afturat, at sildin fyri at roynarkoyra virkið er frá Katrin Jóhannu. Tað er góð og stór sild teir arbeiddu í dag.
Les eisini: Byggja út á Snarfrost
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald