Vinna

Myndir: Stórfingin móttøka fyri nýggja Gadus

Seinnapartin í gjár varð stórfingin móttøka í Klaksvík. Nógv fólk varð komið saman at heilsa nýggja Gadus, sum reiðaríðið, JFK, hevur latið byggja í Turkalandi. Nýggja skipið er knappar 89 metrar langur, og yvir 18 metrar breiður.

2023-10-16 07:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klaksvíkar kommuna: Til hátíðarhaldið spældi Klaksvíkar hornorkestur nøkur løg, síðan doypti Edith Johnsson, dóttir Hanus Hansen, reiðara, skipið. Eftir tað helt Karl H. Johansen, borgarstjóri, eina røðu og til seinast helst Hanus Hansen eina røðu, har hann m.a. takkaði øllum teimum, sum vóru møtt at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum.

Eftir hátíðarhaldið bjóðaði JFK øllum umborð at síggja nýggja skipið, og somuleiðis lat vældámda Fish and Chips búðin upp, soleiðis at fólk kunndu fáa sær ein bita.


Røðan hjá Karl Johansen, borgarstjóra, kann lesast her:

Góði reiðari, góðu skiparar, manning og familjur tykkara!

Góðu tit øll, sum eru komin her í dag.

- Hjartaliga vælkomin!


Tað er mær ein stórur heiður og ein gleði, sum borgarstjóri, at standa her í dag og taka ímóti hesum stórbæra, vakra og nútímans skipi, sum framyvir kemur at hava sín heimstað her í Klaksvík.

Hetta er sanniliga ein stórur og søguligur dagur, bæði fyri okkara land og ikki minni fyri Norðoyggjar og Klaksvík.

Hetta er aðru ferð innan fyri stutta tíð, at eg havi fingið heiðurin at siga nøkur orð til eina slíka hátíðarløtu. Tað er bæði sermerkt og stórt! Ja, heilt slóðbrótandi!


---

JFK samtakið hevur nógv ár á baki og hevur í fleiri áratíggju myndað Norðoyggjar. Í viðgongd og mótgongd.

Uttan at fara í smálutir við virðismiklu søguni hjá hesum stóra samtaki so mugu vit ásanna, at nógv er hent, og mangt broytt, síðan JFK fekk sín fyrsta trolara.

Hugsað vit um umstøðurnar umborð, so er hend ein sonn kollvelting. Arbeiðsumstøðurnar eru blivnar nógv betri, og tað er blivið longri millum koyggjurnar. Og tað kann eg ímynda mær passar øllum pørtum væl ????

---


Tá eg var ungur, var tað ótrúliga umráðandi at sleppa innum hjá JFK ella hjá Joensen & Olsen. Eg var so heppin at gerast partur av virkseminum hjá Joensen & Olsen, og var tað ein góð og lærurík tíð fyri ein ungling sum meg.

Vit tilkomnu minnast tíðina, tá hesi bæði samtøkini vóru tvey stór reiðaríð, sum høvdu fleiri bein at standa á, so man vónaði sjálvsagt, at man kundi gera nyttu onkustaðni, nú man hevði fingið møguleikan.

Eg haldi, man kann siga, at hesin hugburður, og dirvið at menna fleiri vinnuøki, er nakað, sum hevur sermerkt vinnuna í Norðoyggjum.

Ikki tí tað altíð hevur verið ein løtt uppgáva at fara undir nýtt virksemið, men tí at framsøkin og dugnalig fólk hava sæð týdningin í at skapa avleidda vinnu.

JFK samtakið hevur gingið á odda hesum viðvíkjandi og er tað nakað, sum hevur verið við til at tryggja 100-tals húsarhaldum í Norðoyggjum møguleika at arbeiða og at gera mun í sínum nærumhvørvi.

---


Flestu fyritøkur, sum hava góða framskrúvu, hava ein ella fleiri persónar, sum eru ímyndin av fyritøkuni.

Persónar, sum leggja lív og orku sína í at menna og lyfta ikki bara fyritøkuna sjálva, men eisini tað lokalsamfelag, sum fyritøkan er partur av.

Soleiðis er eisini við samtakinum JFK, tí í dag ber ikki til at tosa um JFK uttan eisini at nevna Hanus Hansen.

Góði Hanus

Teg havi eg altíð kent. Vit hava spælt fótbólt saman, og eg havi altíð fylgt við í tí, sum tú hevur tykist við.

Í 90`unum vart tú ein av álitsmonnunum hjá Mortani Johannesen umborð á Ennibergi. At tað í hesum tíðarskeiði fall í tín lut at blíva stjóri í nýggja felagnum hjá JFK, kom neyvan óvart á nakran. Dugnaligur og arbeiðssamur sum fáur.

Støðan í landinum var kritisk, so tað var ikki tí, at talan var um eina lætta uppgávu. Tvørturímóti kravdi hetta áræði og ómetaliga stórt dirvi. Dygdir, sum tú ferð eftir ferð hevur víst í verki á tíni yrkisleið.

Vit liva í einum samfelag, har sterturin á toskinum framvegis er avgerandi fyri, hvussu vit kunnu virka á landi.

Saman við øðrum óvissum, so sum kríggi, veðurlagsbroytingum og politiskum broytingum, so hevði tað ikki verið undarligt, um man fall í fátt.

Men hóast óstøðugar umstøður so hava tit í samtakinum JFK ferð eftir ferð megnað at ment flotan og harvið gjørt dreymar til veruleika.

Handlingskraftin er ikki at taka feil av! Hóast samtakið JFK er eitt tað størsta í landinum, so eru tað ikki fáar avgerðir, sum verða tiknar at stjóranum sjálvum.

Eg rokni ikki við, at eg sigi ov nógv, um eg pástandi, at Hanus er ein av teimum fáu stjórunum, sum megnar at taka skilagóðar avgerðir uttan viðgerð í fleiri nevndarumførum.

Hetta hava mong eisini fingið at merkja, tá ið stuðul og annað verður latin góðum endamálum í býnum og í landinum sum heild. Títt hjartarúm er ikki at taka feil av.

At tú ert nærlagdur og umhugsin sæst eisini aftur í byggingini av hesum stásiliga skipi. Saman við tínum nærmastu hevur tú tikið lut í teimum minstu smálutunum, og úrslitið er hareftir.

Nýggja skipið er ikki bara flott, men tað er eisini hjúklað um umstøðurnar hjá manningini, sum hevur verið serstakliga trúføst. Tað sigur ikki lítið um trivnaðin, sum samtakið hevur megnað at skapt í fyrrverandi og núverandi umstøðum.

---

Vegna Klaksvíkar Býráð vil eg við hesum fáu orðum ynskja tykkum øllum í samtakinum – og okkum øllum her í lokalsamfelagnum - hjartaliga til lukku við hesum stásiliga nýggja GADUS.

Má Harrin verja og varðveita tykkum øll, reiðaríi, skipini og manning og øllum tykkara avvarðandi, so hetta kann verða til signing fyri alt Føroya land.

Latið okkum í felag styrkja bý og øki okkara.

Hjartaliga til lukku, blíðan byr og Gud vælsigni tykkum!


Takk fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder