2022-03-09 22:07
Tað mundi verða um 1.000 fólk, sum høvdu leitað sær í Ánirnar, tá ið stásiliga farið CHRISTIAN Í GRÓTINUM kom í Ánirnar í dag.
Teir komu til bryggju kl. 16, eftir at teir høvdu ligið norðanfyri í nátt og gjort klárt til móttøkuna.
Klakasíkar Hornorkestur setti dám á hátíðarløtuna, borgmeistarin Karl Johansen helt vælkomstrøðu fyri snotuliga skipinum og reiðarin Christian Martin Rasmussen helt eisini røðu, har hann hugleiddi um framburðin, sum hevði verið, frá tí teir byrjaðu til í dag - síðani bjóðaði hann stóru mannfjøldini umborð..
Blíðskapurin var stórur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald