Sjósavnið byrjaði sum eitt hugskot hjá áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum afturi í 2013, har endamálið er at savna sjóvinnusøgu og mentan undir einum taki. Í dag er hugskotið so vorðið til veruleika, nú Sjósavnið stendur liðugt í Sørvág.
Tað er Pól Skarðenni, listamaður, sum hevur sniðgivið bygningin við eyðkenda hvølvda bátinum á tekjuni.
“Við hesum bygninginum er Sydney komið til Sørvágs”, segði Sjúrður Poulsen, formaður fyri áhugafelagið, so væl. Um tó ikki í nógv minni formati, so fer Sjósavnið at rúma bæði mentan, tiltøkum og ferðafólkum eins og føroyingum sum heild – ein sonn perla fyri Sørvá.
Arbeiðið at byggja Sjósavnið hevur gingið sera væl. Byrjað varð januar í ár, og bygningurin varð liðugur í desembur 2025, júst eftir tíðarætlanini. Serliga hevur tað verið spennandi og avbjóðandi at fáa gamla træbátin, nevndur Marna, fraktaðan, tilreiðargjørdan og so upp á tekjuna. Men tað eydnaðist, og riggar Marna bara avbera væl á tekjun.
J&K Petersen eru sera errin av at hava verið við at byggja hendan snøgga og serliga bygningin, sum uttan iva verður ein gróðrarmiðstøð fyri trivnaði og mentan í Sørvági.
Hjartaliga tillukku við Messuni
-
Sigtór A. Petersen, stjóri fyri J&K Petersen og Sjúrður Poulsen, formaður fyri áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum, skriva undir avhendingina.
-
Sjúrður fær handað gávu frá Pól Mohr, verkætlanarleiðara á Sjósavninum
-
Byggileiðslan: Pól Mohr, verkætlanarleiðari hjáJ&K, Sigtór A Petersen, stjóri hjá J&K, Sjúrður Poulsen, formaður í áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum, Pól Skarðenni, sniðgevi, Sonni Zachariasen, nevndarlimur í áhugafelagnum Sjósavn og mentanarhús í Vágum og Einar Brimnes, ráðgevi hjá Ráð
-
Sjósavnið hevur fingið navnið Messan
-
Flott útsýni yvir bæði bygdina og fjørðin
-
Træbáturin Marna, sum er á takinum, er 17 metrar til longdar og vigar 35 tons.
-
Marna innan.Myndin er tikin í november, áðrenn bygningurin var heilt liðugur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald