Vinna

Myndir og filmsbrot: Boeing C-17a Globemaster III flogfar í Vágum

Um 11-tíðina fyrrapartin lendi eitt Boeing C-17a Globemaster III flogfar hjá bretska flogvápninum í Vágum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-18 13:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Uttanríkis- og vinnumálaráðið: Fyrrapartin lendi eitt flogfar hjá Royal Air Force, bretska flogvápninum, í Vágum. RAF-flogfør hava verið í Føroyum nakrar ferðir seinnu árini.

Talan er um eitt Globemaster C-17A, ið ger innflúgvingarroyndir.

Flogfarið hevur diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum.

---

Talan er um eitt hernaðarflogfar hjá Royal Air Force, sum er ikki minni enn 52 m í veingjabreiði og 53 m í longd. Flogfarið er næstan 17 m høgt og hevur eina mestu vekt á góð 265 tons. 

Flogfarið setti seg eina ferð, og gjørdi eisini eitt low-pass yvir flogvøllin.

Boeing C-17a Globemaster III flogfarið hevur verið í Vágum fyrr. Tá var flogfarið tað størsta ið hevði sett seg í Vágum.

Boeing C-17A Globemaster III verða einamest nýtt sum flutningsflogfør til bæði sivilan, hernaðarligan og neyðhjálparflutning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder