Mentan

Myndir: Nógvir húsvognar komnir til Sørvágs

Sørvágs Country & Blues festivalur verður um vikuskiftið.

2022-06-08 21:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu dagarnir eru nógvir húsvognar komnir vestur til Sørvágs á Country & Blues festivalin sum verður um vikuskiftið.

Allan Samuelsen, sum er ein av fyriskiparunum av festivalinum sigur, at millum 155 til 160 húsvognar hava keypt sær pláss til festivalin, og sølan av atgongumerkjum hevur eisini gingið væl.

Víðari sigur hann, at tað eru seld umleið tað sama av atgongumerkum, sum á teimum seinastu tveimum festivalunum.

Vit tóku nakrar myndir í Sørvági í kvøld, har fólk gera klárt til festivalin.

Festivalurin tjóðstartar við einum stórum bassatiltakið í morgin. Annars eru 12 bólkar, sum skulu á pall teir báðar dagar festivalurin er.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder