Her er søgan um fiskaarbeiðið frá fyst og til flakavirkini tóku við í 60-inum, sera áhugavert frá 1912 og alla tíðina uppeftir, frá tí at fiskurin bleiv turkaður úti og pakkhúsini fingu varma at turka við.
Bygningarnir eru settir í upprunastand, sum teir eru komnir sera væl frá.
Nú er einki fiskaarbeiðið, men café og fundarhølir, har alt andar av søgu.
Tað var stórreiðarin Jegvan Elias Thomsen, sum bygdi húsini, tað fyrsta í 1912, gjógvin, sum liggur millum húsini og fyskastykkið er ein sonn perla, har kann ein í friði njóta løtuna.
Tað var ein ikki sørt errin - Atli Gregersen - sum bjóðaði vælkomin til FISKASTYKKIÐ OG PAKKHÚSINI ÚTI Á GJÓGV seinnapartin fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald