Í sambandi við at tann fyrsti pakkhúsbygningurin, sum upprunaliga varð bygdur Úti á Gjógv í 1912, nú er liðugt umvældur og klárur at taka í nýtslu, og harvið øll pakkhúsini hava fingið eina kerliga hondd, var almenn móttøka á Fiskastykkinum í gjárkvøldið. Tað er familjan Gregersen í Sandavági, sum eigur pakkhúsini Úti á Gjógv, húsini eru sett í uppruna stand, alt hevur fingið eina góða hond - tað er heilt ófatuligt, hvussu nærløgd tey hava verið, at fáa húsini í upprunastand, eitt fragd fyri eygað.
Nógv fólk høvdu leitað sær út hagar í gjárkvøldið - Jónleyg Joensen dagligur leiðari bjóðaði vælkomin, og greiddi frá ætlanunum við húsunum, kokkurin Sonni Zachariasen greiddi eisini frá teirra ætlanum, Atli Gregersen eigari greiddi frá søguni um húsini Úti á Gjógv.
Sámal Ravnsfjall setti sín dám á løtuna á sín sermerkta hátt.
Bjóðað varð til vælsmakkandi ábit við onkrum leskiligum afturvið.
Tað vóru nógv fólk í pakkhúsunum í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald