2022-10-08 10:49
Tíðliga í morgun kom Finnur Fríði á Tvøroyi. Finnur Fríði hevur henda túrin roynt í norskum sjógvi, og fiskaðu teir 110 tons av makreli áðrenn føroysku skipini skuldu halda uppat at fiskað makrel í norskum sjógvi.
Í løtuni landar Katrin Jóhanna til Varðan Pelagic, so eigur Tummas T landingartørn, og eftir Tummas T sleppir Finnur Fríði framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald