Kappingin byrjaði klokkan 15.00, tá førararnir fingu høvi at venja seg við banan, sum hesaferð var Hagagerðisbrekkan. Kappingarsniðið var einfalt: tveir bilar kappaðust í senn, og vinnarin fór víðari til semifinaluna.
Klokkan 16.00 fór fyrsta kappingin av bakkastokki. Tað vóru Jóhannes og Amalia, sum løgdu fyri. Amalia kom fyrst á mál við tíðini 32,47 sekund, meðan Jóhannes kom beint aftan á við tíðini 33,32 sekund.
Næsta kappingin var millum Óla og Brand. Her vísti Óli sera góða ferð og vann við tíðini 26,35 sekund. Brandur kom á mál við tíðini 30,13 sekund.
Síðani vóru tað Silas og Sigrun, sum skuldu royna seg. Sigrun hevði avbera góða ferð og vann við tíðini 26,12 sekund, meðan Silas fekk tíðina 31,43 sekund.
Síðsta innleiðandi kappingin var millum Jónatan í bili nummar 7 og Dánjal Paula í bili nummar 8. Jónatan vann við tíðini 29,18 sekund, meðan Dánjal Pauli kom á mál við tíðini 39,36 sekund.
Tá allar innleiðandi kappingarnar vóru avgreiddar, var greitt hvørji skuldu kappast í semifinalunum.
Í fyrstu semifinaluni møttust Amalia og Óli. Óli var skjótastur og tryggjaði sær fyrsta plássið í finaluni við tíðini 25,78 sekund. Amalia fekk tíðina 33,43 sekund.
Í aðru semifinaluni møttust Jónatan og Sigrun. Hetta gjørdist ein sera spennandi og jøvn kapping, men Sigrun dró longra stráið og vann við tíðini 24,57 sekund. Jónatan kom á mál við tíðini 27,42 sekund.
Síðani varð kappast um triðja plássið millum Amaliu og Jónatan. Her vann Jónatan og tryggjaði sær harvið triðja plássið í kappingini.
Eftir var nú bert stóra finalan millum Óla og Sigrun. Hetta gjørdist ein sera spennandi finala, har báðir bilarnir høvdu góða ferð allan vegin oman gjøgnum brekkuna. Leingi var ilt at síggja, hvør hevði munin, men móti endanum eydnaðist tað Sigrun at vinna við tíðini 24,57 sekund. Óli kom beint aftan á við tíðini 25,04 sekund.
Endaliga úrslitið gjørdist tí:
Sigrun – 1. pláss
Óli – 2. pláss
Jónatan og Jón Sjúrður – 3. pláss (Skiftust at koyra)
Umframt sjálva kappkoyringina varð eisini kosin flottasti kassabilurin. Henda heiðurin vann Silas við sínum væl úr hondum greidda kassabili, sum var prýddur við føroyska flagginum.
Fyriskipararnir eru sera væl nøgdir við tiltakið og fegnast um stóru undirtøkuna frá bæði luttakarum og áskoðarum. Nógv fólk vóru komin saman at stuðla koyrarunum og skapa ein góðan stemning kring kappingina.
Alt bendir á, at kassabilakapping aftur verður á skránni komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald