Vinna

Myndir: Hiddenfjord vísir á frágreiðing um burðardygd

Hiddenfjord hevði fyrrapartin tíðindafund á Fiskastykkinum í Sandavági um frágreiðing um burðardygd.

2022-06-02 16:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hiddenfjord: Hví eina frágreiðing um burðardygd?

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í samljóði við náttúruna.

Burðardygd hevur altíð verið okkara fremsta raðfesting, síðani vit byrjaðu at ala laks fyrst í áttatiárunum. Vøkstur kemur í aðru røð.

Okkara virksemi skal vera skipað soleiðis, at vit tryggja varandi aling á okkara alifirðum og gera okkara til at tryggja varandi aling í Føroyum.

Tað er eisini okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment, at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát. Hvørki her í Føroyum ella úti í heimi.

Endamálið við hesi frágreiðing er at vísa á, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur, og hvat vit í Hiddenfjord ítøkiliga gera og ætla at gera fyri at minka um okkara ávirkan á umhvørvið. Hetta vilja vit gera á ein hátt, sum er greiður, erligur og er bindandi fyri okkum. Við frágreiðingini vilja vit eisini vísa á, hvat vit meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

Okkara eftirkomarar skulu hava somu góðu treytir at liva í og saman við náttúruni, sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru hornasteinar hjá okkum. Vit meina, at umhvørvismenning er treytað av opinleika, og at vinnan viðurkennir sínar avbjóðingar, so tær kunnu loysast. Tí halda vit okkum hava ábyrgd at vísa á, hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið.

Les alt her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder