Vinna

Myndir frá fyrsta túrinum millum Vágar og New York

Atlantic Airways byrjaði í gjár eina nýggja rutuflúgving millum Vágar og New York. Fyrstu rutuflúgvarin hjá Atlantic Airways lendi stutt fyri klokkan 19 lokala tíð á Stewart flogvøllinum

2023-08-23 12:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var beint fyri klokkan 19 lokala tíð, at flogfarið hjá Atlantic Airways setti seg á fyrsta sinni í rutuflúgving á Stewart International Airport, sum er nærhendis New York.

Túrurin skuldi eftir ætlan taka 7 tímar og 20 minuttir, men var ikki nógv longri enn 6 tímar, og umborð vóru um 70 fólk.

Á lítlari móttøku á Stewart International Airport var ein lítil móttøka í sambandi við, at Atlantic er farin at flúgva vestur um hav.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, og Bjarni Kárason Petersen, løgmálaráðharri, kliptu snórin saman við umboðum frá floghavnini.

Atlantic Airways skal flúgva fimm ferðir til New York á hesum sinni, einaferð um vikuna.

Tað eru fimm tímar á muni millum Føroyar og New York. Í skrivandi stund er klokkan 07:20 lokala tíð.

Túrurin millum Vágar og New York er 4867 km.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder