2022-08-13 21:05
07 Vestur var seinnapartin á vitjan hjá EBS/Skála á Skála.
Kvinnurnar úr Vágum vunnu dystin 3-1, eftir at tær førdu 2-1 í hálvleikinum.
Tað var Carol Assis Silva, sum legði gestirnar á odda við einum góðum skotið tá ið 11. minuttir vóru leiktir.
Sunnvá Fagradal javnaði til 1-1 fimm minuttir seinni við beinleiðis hornasparkið.
Margit Kwao skoraði til 1-2 eftir gott samanspæl við Carol.
Tað var eisini Margit, sum staðfesti sigurin tá ið hon var send í skjótálop í yvirtíðini í seinna hálvleiki og skoraði til 1-3.
| # | Lið | D | MM | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍ | 15 | 38 | 36 | |
| 2 | HB | 14 | 30 | 28 | |
| 3 | NSÍ | 13 | 34 | 24 | |
| 4 | EBS/Skála | 14 | 15 | 23 | |
| 5 | B36 | 14 | 16 | 20 | |
| 6 | 07 Vestur | 14 | 4 | 16 | |
| 7 | Víkingur | 13 | 8 | 11 | |
| 8 | TB/FCS/Royn | 13 | -145 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald