2022-06-05 21:20
ANRU hevur roynt á Føroya Banka, og hevur línubáturin gjørt rekordtúr. Ongantíð áður hevur so nógvur fiskur verið umborð á Anru.
Anru hevur henda túrin fiskað 67.000 pund, og er umleið 2/3 hýsa, og útvið ein 1/3 longa.
Tað besta sum hevur verið umborð á Anru áðrenn var 64.000 pund.
Í løtuni verður lastin landað til Snarfrost í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald