Vinna

Myndir: Á lodnufeltinum

-

2023-02-25 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mikudagin tók Sigmund av Teigum, sum siglur við Polar Amaroq, hesar myndirnar á lodnufeltinum á Suðurlandinum í íslendskum sjógvi.

Polar Amaroq fiskaði 1200 tons í tveimum kastum, og landa í løtuni til Pelagos í Fuglafirði.

Á myndunum síggja vit eisini Høgaberg og Finnur Fríða.

Høgaberg skal landa aftaná Polar Amaroq. Høgaberg hevur 750 tons av lodnu.

Finnur Fríði landar til Varðan Pelagic á Tvøroyri, teir hava 1000 tons.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder