Ítróttur

Myndir: 07 Vestur 2-2 KÍ

07 Vestur og KÍ hava í kvøld leikt fyrru hálvfinaluna í steypakappingini.

2022-09-07 23:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur tók í kvøld ímóti oddaliðnum í Betri-deildini - KÍ. Talan var um fyrru hálvfinaluna millum liðini í steypakappingini. 

07 Vestur fekk eina dreyma byrjan uppá dystin tá ið Mads Borchers skoraði til 1-0 eftir 8. minuttir. KÍ royndi at trýsta, men komu ongantíð til teir heilt stóru málmøguleikarnar, og var hálvleiksstøðan 1-0 til heimaliðið á Dungasandi.

Páll Klettskarð javnaði til 1-1 tá ið hann var sendur í skjótálop tíðliga í fyrra hálvleiki. Tá ið 64. min. vóru leiktir stóð Páll aftur á rættað stað tá ið hann skoraði til 1-2 eftir ein stóran brølara í 07 Vestur verjuni.

Mads Borchers javnaði til 2-2 tá ið 88. minuttir vóru leiktir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder