Vinna

Munandi betri úrslit í Skotlandi

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrsta ársfjórðing 2023 var 565 milliónir krónur. Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 321 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 155 milliónir krónur, í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur í fjør. Rakstrarúrslitið (EBITDA) av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 129 milliónir krónur.

2023-05-09 10:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Vit vænta tó, at útboðið av laksi í øðrum hálvári verður væl hægri, og at laksaprísurin tískil verður lægri .”

Samlaða tøkan í fyrsta ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 19.100 tons í kruvdari vekt, í mun til 21.400 tons sama ársfjórðing í fjør. Harav vórðu 11.000 tons tikin í Føroyum, í mun til 17.500 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 8.100 tons í kruvdari vekt tikin, í mun til 4.000 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 3.8 milliónir smolt sett út í fyrsta ársfjórðingi, í mun til 4,2 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 2,1 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 1,7 milliónir smolt í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 321 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til 442 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 314 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, samanborið við 471 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør. Laksaprísirnir vóru hægri í fyrsta ársfjórðingi, samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør, men tøkunøgdin var lægri.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 155 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 6 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2023, í mun til eitt rakstrarhall á 29,0 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fyrsta ársfjórðingi 2023 var 129 milliónir krónur, samanborið við 86 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 2.357 milliónir krónur við endan á fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til 2.664 milliónir krónur við ársenda 2022. Bakkafrost hevði 2.857 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fyrsta ársfjórðingi 2023.

Á ársaðalfundinum, sum var fríggjadagin 28. apríl 2023, varð samtykt, at 10,00 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 591 milliónir krónur, ið verða goldnar partaeigarunum um 22. mai 2023.

ÚTLIT

Marknaður

Útboðið av laksi minkaði 7%

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi minkaði umleið 4,9% í fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til sama ársfjórðing árið fyri. Samanlagt við goymslubroytingum, minkaði samlaða útboðið av laksi við umleið 4,1% í ársfjórðinginum, samanborið við sama ársfjórðing 2022.

Laksaprísurin var 31% hægri

Laksaprísurin í fyrsta ársfjórðingi var 31% hægri í fyrsta ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Minkaða útboðið av laksi, økti eftirspurningurin og príshækkingar á øðrum matvørum elvdi til hægri laksaprís.

Lítil vøkstur í útboðnum í seinnu helvt av 2023

Altjóða útboðið av  laksi í fyrru helvt av 2023 verður mett at minka 1-2%, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Í seinnu helvt av 2023 verður útboðið væntandi 4-5% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyri alt 2023 veksur útboðið av laksi væntandi 2% í mun til árið fyri, uttan mun til goymslubroytingar.

Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA og Fjareystri. Hetta er við til at minka um marknaðarváðan. Síðani russisku innrásina í Ukraina hevur Bakkafrost steðgað øllum handli við Russland.

Aling

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í hesum ársfjórðinginum. Lúsatølini hava framvegis verið lág og fellið somuleiðis lágt. Hóast fellið er lágt, leggur Bakkafrost stóran dent á at minka enn meira um hetta. Í hesum ársfjórðinginum hevur tað ført við sær, at fiskur viðhvørt er tikin nakað áðrenn ætlaða tøkuvekt, fyri at minka um tørvin á viðgerð, ið kundi elvt til hægri felli. Saman við tí, at størri parturin av tøkuni í ár verður í seinnu helvt av árinum, hevur hetta ført við sær, at miðaltøkuvektin var lægri í ársfjórðinginum enn sama ársfjórðing í fjør. Bakkafrost væntar, at miðal tøkuvektin verður hækkandi komandi ársfjórðingarnar. Í hesum sambandi hevur nýggi brunnbáturin Bakkafossur ein týðandi leiklut, eftirsum Bakkafossur gevur nýggjar møguleikar at viðgera við feskvatni og skilja fisk. Hetta betrar um møguleikarnar hjá Bakkafrost at hækka miðal tøkuvektina, minka um fellið og minka um lúsatølini.

Tær útbygdu smoltstøðirnar á Norðtoftum og á Glyvradali eru nú tiknar í nýtslu. Samanlagt gera útbyggingarnar tað møguligt at framleiða 6,5 milliónir smolt á 500g eyka árliga. Hetta er ein týðandi liður í at røkka málinum um at framleiða meira enn 23 milliónir smolt í Føroyum, við eini miðalvekt á 500g í 2026.

Alingin í Skotlandi hevur gingið munandi betur í hesum ársfjórðinginum, millum annað tí betur tamarhald er fingið á lívfrøðina. Hendan gongdin byrjaði í fjórða ársfjórðingi 2022 og mentist enn meira í hesum ársfjórðinginum. Fellið er minkað munandi og hevur gjørt tað møguligt, at lata fiskin vaksa heldur enn at taka hann tíðliga. Sostatt er miðal tøkuvektin munandi hægri í hesum ársfjórðinginum, eins og tøkunøgdin og søluvirðið eisini hækkaðu.

Bakkafrost hevur longu gjørt eina røð av betringum av arbeiðshættum í Skotlandi. Millum annað er nýggj alistrategi sett í verk, og síggja vit longu góð úrslit av hesum á laksinum, ið er settur út eftir nýggju strategiini.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka lívfrøðiliga váðan í Skotlandi, ið er hægri enn í Føroyum. Betringarnar í hesum ársfjórðinginum, sum byrjaðu í fyrra  ársfjórðingi, vísa tekin um, at tað er møguligt at fáa betri tamarhald á lívfrøðini í Skotlandi. Størri vissu fáa vit tó ikki fyrr enn í heyst, tá lívfrøðiligi váðin er størstur og tær broytingar, Bakkafrost hevur gjørt í Skotlandi, skulu standa sína roynd.

Bakkafrost væntar, at lívfrøðiligi váðin minkar munandi av stórsmolt strategiini hjá felagnum. Bakkafrost hevur í Føroyum víst, at stór hágóðsku-smolt verða minni útsett fyri váða, tá tey eru styttri tíð í sjónum og tískil leggur Bakkafrost stóran dent á at byggja smoltstøðir í Skotlandi. Í løtuni verður Applecross smoltstøðin í Skotlandi útbygd. Fjórða útbyggingarstig er seinkað umleið 2 mánaðir, men verður tikið í nýtslu í mai 2023, og í triðja ársfjórðingi 2023 verða fyrstu stóru smoltini sett út haðani. Miðskeiðis í 2024 fer Applecross smoltstøðin at kunna framleiða  um 10 milliónir smolt á 500g.

Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 111g, ið er 9% hægri enn sama ársfjórðing í fjør.

Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í 3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, ið tilsamans kunnu framleiða 18 milliónir smolt á 500g.

Smolt útseting

Í 2023 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 16 milliónir stór smolt í Føroyum og 9,6 milliónir smolt í Skotlandi.

Milliónir smolt

2023

2022

2021

2020

2019

2018

Føroyar

16,0

14,5

14,4

14,3

12,7

12,6

Skotland

9,6

10,8

11,1

10,4

12,4

8,6

               

Í 2023 verður miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 150-175g. Bakkafrost ætlar at seta færri smolt út í Skotlandi, til rættlag fæst á raksturin og alingina. 

Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2023 verður 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 30.000 tons í Skotlandi.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Hesa strategiina fer Bakkafrost væntandi at broyta, tá ið løgtingið hevur samtykt hvussu tøkugjaldið skal broytast.  

Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 23% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2023. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2023 er 1.360 túsund tons, sum er ein hækking á 81% samanborið við 2022.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2023 verður væntandi nakað tað sama sum  í 2022. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2023 verður mett til 130.000 tons.

Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.

Íløgur

Á íleggjaradøgunum tann 14. og 15. september 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2023-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.

Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita  háttin, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki  í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd  í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.

Við íløguætlanini 2023-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Tøkugjald

Í løtuni verður uppskotið um at hækka tøkugjaldið fyri alivinnuna í Føroyum viðgjørt í løgtinginum. Tá ið vissa fyriliggur um, hvørjar broytingar verða gjørdar, fer Bakkafrost at endurskoða íløguætlanina.

Íleggjaradagur í Skotlandi í 2023

Næsti íleggjaradagur hjá Bakkafrost verður hildin í Skotlandi tann 6. juni 2023.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti við kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Afturat hesum endurfíggjaði Bakkafrost í mars 2022 samtakið við 700 milliónum EUR, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Talan er um eina 6 ára grøna fígging, har rentukostnaðurin er knýttur at, um ávís burðardygdsmál verða rokkin.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder