Starvsfelagar, familja, kenningar og frímerkjasavnarar vóru møtt upp til sera væl vitjaða móttøku fyri Svanbjørg Manai á Posta.
Føroysku frímerkini hava havt ovurstóran týdning, tá tað snýr seg um kunning um Føroyar úti í heimi. Svanbjørg hevur verið við heilt frá byrjan, tá Postverk Føroya og frímerkjadeildin vórðu stovnað í 1976, og er við árunum vorðin andlit og umboð fyri bæði frímerkjadeildina og fyri føroyska mentan úteftir. Fyri okkum og fyri savnarar kring heimin er Svanbjørg ein sonn frímerkjadrotning. Gjøgnum árini hevur hon knýtt vinarbond og sambond kring allan heim m.a. á mongum frímerkjaframsýningum og fundum annars.
Í summar kundi Posta hátíðarhalda føroyska frímerkið nr. 1000, og Svanbjørg hevur sett sín dám á hvørt einasta av hesum 1000 frímerkjunum. Á Posta ivast vit ikki í, at Svanbjørg er errin av at hava rokkið hesum varðanum – bæði persónliga, men eisini í arbeiðshøpi.
Hvørt frímerki er ein gluggi inn í føroyska mentan
Tær leiðreglur, sum Svanbjørg var við til at gera fyri føroysk frímerki, eru framvegis galdandi fyri føroyskar frímerkjaútgávur. Hvørt frímerki skal siga eina søgu og virka sum ein lítil gluggi inn í føroyska mentan, søgu og viðurskifti annars.
Í sambandi við at Svanbjørg fer úr starvi, hava starvsfelagar á Posta framleitt eitt frímerki, sum ímyndar Svanbjørg. Martin Mörck, heimsins kendasti gravørur, hevur graverað.
Góða Svanbjørg, vit vilja gjarna takka tær fyri títt ídni og fyri at hava deilt tína vitan og tín eldhuga fyri frímerkjunum.
“Frímerkini hava verið mítt hjartamál frá fyrsta degi. Har byrjaði eg, og har steðgi eg,” sigur Svanbjørg.
Posta
Svanbjørg Manai og Ingun N. Olsen, leiðari á frímerkjadeildini, við frímerkinum sum starvsfelagar hava framleitt sum gávu til Svanbjørg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald