Ítróttur

Móttøka fyri luttakarum í treystikappingini NIAR Faroe Islands 2023

Treystikappingin NIAR var skotin í gongd á Vaglinum kl. 9 í morgun.

2023-08-13 10:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna bjóðaði í gjárskvøldi luttakarum, fyriskiparum og hjálparfólki til eina móttøku á Reinsarínum í Tórsgøtu, har forkvinnan í Vinnunevndini Kristianna Winther Poulsen helt røðu.

Kristianna Winther Poulsen nýtti høvið til at takka fyriskiparunum fyri at koma til Føroya at hava hesa kapping, og fegnaðist eisini um, at Perlan í Tórsgøtu verður høvuðssæti,  meðan kappingin er ígongd.

Ferðavinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu Fólk og ferðavinna - lið um lið leggur dent á, at styrkja vinnuferðavinnuna, og eru kappingar av hesum slagi viðvirkandi til, at málið um, at Havnin skal gerast av ein av bestu vinnuferðavinnubýum í Evropa, kann røkkast komandi árini.



Kappingin byrjar og endar í Havn, og luttakarar koma at ferðast eftir vegnum, gjøgnum fjøll og sjóvegis ígjøgnum 14 kommunur komandi dagarnir.

Talan er um eina ekstrem treystikapping, har luttakarar verða undir stórum trýsti bæði kropsliga og likamliga. Forkvinnan í Vinnunevndini greiddi gestunum frá søguni um navnið "Tórshavn" og vísti skemtingarsamt á, at tey fáa brúk fyri somu styrki og snildum, sum víkingar brúktu, tá teir á sinnið komu sjóvegis til Føroya.

Kristianna Winther Poulsen fegnaðist eisini um, at føroyingar Ken Bærentsen og Jákup Petur Eliassen luttaka í kappingi og ynskti øllum bestu eydnu í kappingini.

Øll røðan sum er skrivað á enskum kann lesast her.

Niar Røða Reinsaríið 11. August 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder