Ítróttur

Móttøka fyri KÍ í kvøld

Í samband við at KÍ vann á BK Häcken í Gøteborg í gjár, verður almenn móttøka á Djúpumýru í kvøld. Leikararnir vera væntandi við vøllin kl. 21.45, sum er beint eftir konsertina hjá Klaksvíkar Hornorkestri á ársins summarfestivali.

2023-08-03 15:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Summarfestivalur er í hesum døgum og tí kann vera trupult at sleppa av við bilin í miðýnum og kring Djúpumýru. Heitt verður í hesum sambandi á viðhaldsfólk, sum ynskja at heiðra KÍ, um at nýta inngongdina við Bøgøtu ella Jógvan Waagsteinsgøtu. 

Góða úrslitið hjá KÍ merkir, at KÍ er fyrsta føroyska felag at vinna tveir dystir í Champions League og er KÍ tí eisini  tryggjað luttøku í bólkaspælinum í UEFA Conference League. Hetta má sigast at vera eitt bragd og skal hátíðarhaldast.
Komandi dystur hjá KÍ í Champions League verður ímóti norsku meistarunum Molde. Fyrsti dysturin verður týsdagin 8. august á Tórsvølli. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder