2025-06-04 12:11

Í sambandi við at Marius Davidsen er farin frá sum fíggjarstjóri eftir 37 ára drúgva tænastu hjá Atlantic Airways, og Høgni Olsen er settur sum fíggjarstjóri, bjóða vit til almenna móttøku.
Móttøkan verður fríggjadagin 6. juni kl. 13-15 á Hotel Vágum.
Marius Davisen hevur starvast hjá Atlantic Airways heilt frá byrjan. Fyrst sum roknskaparleiðari frá mars 1988, og í juni 1993 gjørdist hann varastjóri. Seinastu 20 árini, tvs. síðani juni 2005, hevur Marius Davidsen verið skrásettur fíggjarstjóri í felagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald