Vinna

Møtir við kendum norðmanni

 Eivind vitjar umsíður aftur í Føroyum

2022-09-11 14:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Eivind Frøen úr Noregi hevur verið í Føroyum nógvar ferðir. Og nú verður hann aftur at hoyra í Oasuni í Hoyvík.

Tað er liðin rúm tíð síðani, at Eivind Frøen seinast vitjaði í Føroyum. Hann er nú komin aftur, og er ein møtirøð við honum í roynd og veru byrjað longu í morgun.
- Vit eru mong sum í gjøgnum næstan hálva øld hava notið gott av, og minnast góðu og fangandi talurnar hjá Eivind. Nú gleða vit okkum at hoyra hann aftur, siga tey í Oasuni.
Og tey leggja aftrat:
- Tað eru mong mennniskju sum kunnu siga, at tey komu til trúgv á Jesus gjøgnum hansara talur, og at undirvísingin úr Guðs orði var til stóra hjálp í teirra andaliga og sálarliga lívi.
Møtini í Oasuni verða í dag og í morgin. Byrjað var við bíbliuundirvísing í morgun, og, sum sagt verður: Eivind er góður og greiður lærari, og er á tryggari bíbilskari grund.
Í morgin, 11. septembur klokkan 11 verður gudstænasta sum vanligt í Oasuni, og fer Eivind at tala.
Seinasta møtið við Eivind Frøen í hesum umfarinum verður sunnukvøldið klokkan 18 í Oasuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder