Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 3. ársfjórðing í fjør. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.
Hagstova Føroya hevur áður borið tíðindi um, at frá 3. ársfjórðingi 2021 til 3. ársfjórðing í fjør vaks brúkaraprístalið 8,8%. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í 40 ár. Prísvøkstur hevur stóra ávirkan á keypsorkuna hjá fólki og í Føroyum er onki undantak.
Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru hækkaðir 10% frá 3. ársfjórðingi í 2021 til 3. ársfjórðing í fjør. Verður umsetningurin gjørdur upp í ársins prísum, er umsetningurin áleið tann sami 3. ársfjórðing í fjør sum 3. ársfjórðing 2021. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.v.s. mongdina av seldum vørum, kallað 'umsetningurin máldur í føstum prísum'. Umsetningurin máldur í føstum prísum á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' var 9% lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2021. Hetta vil siga, at hóast virðið á umsetninginum er tað sama, so er mongdin av seldum vørum lækkað 9%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald