Ítróttur

Momoko verjir málið hjá StÍF

Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum.

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Momoko Debes, málverji.

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Momoko Debes, málverji.

2023-06-16 11:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið. Hon hevur longu vant við liðnum í eina tíð.

Momoko Debes (fyrr Nakamura) er 28 ára gomul, ættað úr Japan. Í fjør giftist hon við Jógvan Eli Debes og fingu tey ein son í fjør. 

Momoko er ein sera góður málmaður, og megnar hon til tíðir at nærum steingja málið. Hon stóð sín fyrsta dyst fyri StÍF í desember í 2020. Hon hevði ein týðandi leiklut í søguliga FM-heitinum, sum liðið vann í apríl 2021.

Áðrenn Momoko kom til Føroya, leikti hon hondbólt í bestu deild í Japan í trý ár.

“Eg eri sera spent at spæla aftur við StÍF. Í komandi kappingarári er nýggjur høvuðusvenjari (Dan M. Jürgensen) og broytingar eru á liðnum, so hetta er ein nýggj byrjan, men mær dámar væl nógvar avbjóðingar” sigur Momoko.

Í StÍF eru vit sera fegin um, at Momoko er komin aftur til StÍF, og fer nýggi høvuðsvenjarin m.a. at arbeiða fyri góðum samanspæli millum málverjustílin hjá Momoko og verjuleikarapartin.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder