Tíðindaskriv
Joakim er 31 ár og hevur íðkað stríðsítrótt (kampsport) í 23 ár. Hann
byrjaði við judo, og seinni fór hann undir boksing. Hann hevur vunnið
meistaraskap í Danmark og luttikið í heimsmeistaraskapi í MMA og í
Brave FC. Aftur at tí hevur hann vunnið fleiri altjóða kappingar og
stevnur.
Joakim er sera dugnaligur í muay thai, grappling og kickboksing, og
enn hevur hann ikki tapt ein dyst í muay thai. Fyrr í ár vann Joakim
ISKA-beltið í kickboksing, so hann er í løtuni heimsmeistari í hesi
ítróttagreinini, har hann vann finaluna í rundu 2 við knockout. Av
amatørdystum hevur Joakim vunnið 10 og tapt 1. Hetta er eitt av bestu
metum í amatør-MMA í Danmark.
“Sum áður nevnt leggja vit stóran dent á, at tiltakið skal vera á
høgum altjóða støði, og nú vit hava fingið Joakim við, er tað heilt
sikkurt eitt stig rætta vegin”, sigur Fróði Hansen, sum er ein av
stigtakarunum.
Meira kunning fæst á Facebook- og Instagram-vangunum ‘MMA Føroyar’, og
á heimasíðuni www.mma.fo er møguligt at ogna sær atgongumerki til
tiltakið 20. mai 2023. Enn hava vit nøkur early bird-atgongumerki til
sølu.
Mentan
MMA Føroyar tiltakið verður 20. mai 2023
Vit kunnu endiliga kunngera okkara næsta kempara, Joakim Jankovic.
2022-12-14 11:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald