Vinna

Mjølnir vann fyrru FM-finaluna ímóti Fleyr

Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)

2023-04-27 22:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Thorvald Danielsen hevur júst servað Mjølnir til sigurs við einum essi til 25-16 í fyrru FM-finaluni ímóti Fleyr í Føroya Tele-deildini hjá monnum.
Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)
Seinna FM-finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 29. apríl kl. 17:00.
Vinnur Mjølnir, so er Mjølnir føroyameistari. Vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.
Síggjast - helst í høllini; annars í Televarpinum, har dysturin verður vístur.
*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*
Eisini seinna kvinnufinalan verður í Havn leygardagin. Tann dysturin byrjar kl. 14. SÍ vann fyrra dystin 3-0, so vinnur SÍ aftur, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.
Tá síggjast vit eisini - helst í høllini; annars í Televarpinum. Stroyming á https://sg.tv.fo/ras/
Niels Petersen verður frásøgumaður leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder