Ítróttur

Myndir: Mjølnir spilti sær kjansin, og so vann SÍ fyrstu finaluna í Polestar deildini

Polestar-deildin - 1. FM-finalan:SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23, 13-25, 25-23, 26-24)

2025-03-19 23:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at SÍ hevði vunnið fyrsta sett 25-23, tók Mjølnir yvir og næstan flongdi SÍ í øðrum setti, har serliga Phil Freere var flúgvandi.

Mjølnir var eisini omaná í triðja setti og legði seg á odda 19-15, 22-17 og 23-18. Men SÍ kom afturíaftur sum eitt óløgi og við høgum servitrýsti frá Mileta Vesovic, vann SÍ tað sum eftir var og settið 25-23.

Gongdin var tann sama í fjórða setti, har Mjølnir var á odda 23-19, men SÍ javnaði til 23-23. Mjølnir fekk tó settbólt, men SÍ hóraði undan og vann ístaðin settið 26-24 og dystin 3-1.

Hóskvøldið kl. 19:30 verður onnur finalan spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík. Vinnur SÍ tá, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, sama hvat settúrslitini eru, verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder