Ítróttur

Mjølnir í sættu steypafinaluni á rað

Hálvfinala í Bónuskappingini, mennMjølnir - Fleyr 3-0 (25-15, 25-16, 25-18 )

2024-02-10 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mjølnir hevði als ongar trupulleikar at spæla seg í sína sættu steypafinalu á rað. Tað er kortini ikki met, tí tað eigur SÍ, sum var sjey ferðir á rað í steypafinaluni frá 2012 til 2018. Tó var tað SÍ b, sum var í finaluni tað seinasta árið og vann 3-2 á ÍF. Í ár slepur SÍ so at royna seg ímóti Mjølni.

Spenningur var eingin í dystinum í kvøld. Til tað var munurin bara ov stórur. Eftir avsmurning í fyrsta og øðrum setti gjørdi Fleyr eitt lítið sprell í triðja setti og legði seg framum 10-8, men gleðin var stokkut, tí Mjølnir javnaði og dró so líðandi frá aftur og vann loksins 25-18 við serviessi frá Mateusz Pazgan.

Finalan millum Mjølnir og SÍ verður í høllini á Hálsi um tvær vikur, 24. februar. Hesi bæði vóru eisini í finaluni í fjør. Tá vann Mjølnir 3-1 (19-25, 25-19, 25-21, 25-20)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder