Føroya Reiðarafelag: Tey føroysku skipini byrjaðu sín fiskiskap fyri umleið einum mánaða síðan, og higartil eru fiskað 17.448 tons. Hetta er væl minni enn í fjør, tá ið føroysku skipini høvdu fiskað meira enn 142.000 tons um somu tíð, men tá byrjaðu skipini at fiska longu í mai-juni. Tann samlaða kvotan hjá føroyskum skipum er 68.535 tons fyri 2024 eftir býti við onnur lond. 31.054 tons kunnu veiðast í bretskum sjógvi seinni í ár.
Íslendsku skipini byrjaðu væl fyrr at veiða makrel samanborið við føroysku skipini. Higartil hava íslendsk skip fiskað 87.982 tons, og heildarkvotan hjá Íslandi er 121.999 tons fyri 2024. Tískil eru góð 34.000 tons eftir at fiska hjá íslendskum skipum. Íslendsk skip hava leitað eftir makreli í altjóða sjógvi beint norðanfyri føroyska markið seinastu dagarnar.
Fýra grønlendsk skip royna eftir makreli í altjóða sjógvi, har nógv russisk skip eisini royna í løtuni. Grønland hevur ásett sær eina kvotu uppá 48.060 tons fyri 2024, og higartil eru veidd 10.382 tons (dagført 19. august). Kvotan kann veiðast bæði í altjóða og íslendskum sjógvi, har grønlendsk skip í ár hava fingið atgongd at veiða 10.000 tons av makreli.
Norsku skipini byrjaðu eins og tey føroysku at veiða um mánaðarskiftið, og higartil hava landingarnar verið smáar hjá hvørjum einstøkum skipi. Veiðan hevur higartil verið 49.120 tons tilsamans, og tann norska heildarkvotan er 211.827 tons fyri 2024 eftir býti við onnur lond. Størru norsku uppsjóvarskipini eru uml. 80 í tali, og tey hava higartil fingið 33.672 tons, meðan restin er fingin av útróðrarbátum og øðrum smærri skipum. Norsk skip kunnu veiða 60% av sínari kvotu í bretskum sjógvi seinni á árinum.
Russland hevur ásett eina kvotu uppá 111.560 tons fyri 2024. Ógreitt er, hvussu nógv er fiskað, men góð 7.000 tons eru veidd í føroyskum sjógvi higartil. Fleiri russisk skip royna í løtuni eftir makreli í altjóða sjógvi norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald