Vinna

Minstulønin hækkar fyri fyrstu ferð síðani 2019

Minstalønin hjá fiskimonnum fer úr 1.100 kr. uppí 1.275 kr. um dagin.

2023-12-14 10:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í samráð við Trygdargrunn Fiskivinnunnar er minstulønin nú hækka, soleiðis at minstulønin fer frá at verða 1.100 kr. um dagin til at verða 1.275 kr. um dagin.


Prísvøksturin í samfelagnum hevur verið høgur seinastu árini og er tað av somu orsøk ein sjálvfylgja, at minstulønin eisini hækkar, og hetta er nú lýst við kunngerð, sum er komin í gildið í vikuni, og verður galdandi frá 1. Januar 2024.


Dennis Holm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder