Okkara kæri pápi andaðist 22. juli í fjør. Pápi var føddur í Norðragøtu, av Fridu Berthu Sofíu Hansen, fødd Jacobsen, úr Vestmanna. Pápin var Anthon Bernhard Frederik Hansen úr Gøtu, Nevndur Benni. Pápi var fimta barnið hjá Fridu og Benna. Pápi bleiv borðin í heim tá annar heimsbardagi endaði. Frida omma og Benni abbi fingu tvey børn aftaná pápa. Foreldur Fridu ommu vóru Katrina og Tummasius Jacobsen úr Geilini í Vestmanna, Foreldur Benna abba vóru Petur Hans og Marin Súsanna Hansen í Norðragøtu, fólk í Gøtu kendu tey sum Langi Petur Hans og Marsanna. Fimm ára gamal misti pápi pápan. Pápin Benni doyði av vanlukku, tá Tróndur í Gøtu lá við kei í Aberdeen. Hetta var svárt fyri familjuna, men Frida omma, hon tók sær av børnunum, við hjálp frá familju síni, við síni trúgv og vælvilja frá fólki, sum var vanligt tá. Øll systkini vóru røsk, og vóru ung tá tey byrjaðu at arbeiða. Sum barn, var pápi raskur at hjálpa mammu síni, hann segði aldrin nei at renna ørindir. Pápi hevði eitt róligt og blítt sinnalag og ofta stuttligt orðalag. Pápi vaks upp mitt í Norðragøtu næst kirkjuni og gomlu húsunum, tætt við Blásastovu og hinar Stovurnar mitt í bygdini. Hann mintist við gleði børnini sum hann og systkini plagdu at spæla við. Har vóru nógv børn, hann vísti mær okkurt av deyvamálinum, sum varð brúkt tá børnini spældu, eitt sindur av deyvamáli dugdu børnini, tí nøkur av børnunum í Gøtu vóru deyv.
Um konfirmatiónsaldur fór pápi til skips. Eftirsum pápi var ungur, var tað Frida omma, sum hevði síðsta orðið í, um hann kundi fara ella ikki, so eftir at hon hevði vátta at hann kundi fara, fór pápi sín fyrsta túr við sluppini Keflavík at fiska undir Íslandi. Keflavík hoyrdi tá heima í Vestmanna, hann mynstraði fyrstu ferð 18. juni í 1959, tá var hann júst vorðin 14 ára gamal. Pápi var, við ymsum skipum. Pápi var til dømis við skonnartini Tinganesi í Grønlandi, eisini tá hon sakk í 1963. Aftaná fekk pápi kjans við nýbygda stállínuskipinum Finni Fríða, hjá Gøtu Samvinnufelag. Eisini var hann túrar við øðrum skipum, til dømis við Havfarinum, Havborgini, ein túr við Saturn og Tungufossi. Tá P/F Vørn í Gøtu, saman við gøtufólki hevði keypt Geyta Reyða fór pápi í 1969 at sigla við Geyta Reyða, hetta til 1975.
Pápi og mamma møttust á Ólavsøku í 1967. Mamma búði í Havn, har hon var í læru á skrivstovu hjá Thomas Dam, hon búði hjá Hervør og Gunleiv, í Klokkaragøtu. Pápi var nógv har og vitjaði mammu tá hann var heima. Í 1974 fluttu tey vestur til Sandavágs, tey fluttu inn til ommu og abba, Leivur og Jensinu. Tey yvirtóku húsini hjá ommu og abba tá tey vóru farin. Har búðu pápi, mamma og vit børn vuksu upp har. Pápa dámdi væl í Sandavági. Hann gekk ofta túr út á endan av vegnum, norð í Sarpar, út í báthylin, í Bartalstovu at keypa. Hann velti eplir, málaði húsini. Hjálpti til at stika. Hann tók ofta fyri tá dystur var á Valloyruni. Eisini var hann skóti. Pápa dámdi altíð sera væl at lesa tey føroysku tíðindabløðini, og serliga væl dámdi honum at lesa bøkur, serliga um føroyska samfelagið, og sjósøgu. Hann gekk upp í samfelagið, og var við í felagnum hjá Tjóðveldinum í nógv ár. Kanska var tað at hann fór ungur til skips, at hann gekk nógv upp í samfelagspolitikk. Hann kendi nógv fólk, sum vóru í mongu bókunum um sjógvin. Pápi kendi ein góðan part av sjómonnunum hann las um, hann kendi skipini, hvat slag tey vóru, hvar tey sigldu. Til tað síðsta las hann dagliga í føroysku bókunum um sjólívið. Annað, sum pápi dámdi at gera var at loysa krossorðagátur, og tá vit vóru yngri telvaði hann við okkum, og nú minnast vit aftur á hetta, sum góðar løtur. Pápi fall væl til í Sandavági.
Tá pápi hevði siglt í nøkur ár við Geyta Reyða, fekk hann og øll Gøtufólk møguleika at seta pening í at byggja nýtt skip. Í 1975 var Sjúrður Tollakson FD848 liðugur. Pápi fór tá at sigla við Sjúrða Tollakson, sum var nótaskip, bygdur til kraftblokkaveiðu, og seinni eisini til trolveiðu. Sjúrður Tollakson fiskaði í Norðsjónum, og fór fyrst í ´80 unum at fiska í Senegal. Serliga pápasa túrar í Senegal sita eftir í minninum hjá okkum. Pápi sendi okkum myndir frá Senegal, hann hevði forkunnuga senegalesiska list við heim, málningar, træmaskur, útskorin dýr, smúkkur, dukkur í Senegalesiskum klæðum. Pápi segði frá søgum um hendingar, sum vóru honum fyri, um vinarbond, álop, óhapp, náttúru, senegalesiskan útróður o.a. Hetta var ein serlig tíð hjá pápa.
Vit børn vistu pápasa starv sum sjómaður var ikki vandaleyst. Tí vit hoyrdu at menn vóru fyri óhappum, og doyðu burturav. Pápi kom eisini í vanda sjálvur, gott hjá okkum, so hoyrdu vit um tað aftaná hendingarnar. Í Senegal datt pápi niður í lastina á Sjúrður Tollakson. Pápi greiddi frá at hinir vóru vísir í, hann var deyður, tí teir tordu illa at hyggja niður í lastina, og onkur græt. Hann lendi í fiskinum, hetta bjargaði honum, fallið var í so langt, so hann fór á sjúkrahúsið í Dakar at kannast, fóturin var komin til skaða av tilburðinum. Eina aðru ferð tá pápi var einsamallur á keiini og loysti trossar, hetta var eisini í Dakar, nógv høvdu tað fátæksligt í Dakar, og ein kom við knívi eftir honum, hótti pápa eftir pengum, pápi legði á mannin, at taka knívin frá honum. Teir bardust eina løtu, og pápi minntist rópini og floytan frá Sjúrða Tollaksson, mennirnir umborð vóru skakaðir, og royndu at hjálpa soleiðis. Endin var at pápi tók knívin frá honum, og maðurin rann avstað. Pápi gjørdi arbeiði liðugt og fór umborð aftur. Vit vóru smá, og pápi var okkara hetja, vit vildu vita hví hann ikki bara rann frá manninum, pápi segði at tað hevði hann ikki klárað, so hevði maðurin stungið hann í ryggin, so einasti møguleiki hjá honum var at royna at fáa knívin frá honum.
Meðan pápi sigldi við Sjúrða Tollaksson fingu pápi og mamma møguleika at keypa part í Leivi í Hesti VA10, sum P/F Túgvan v. J.P. á Lofti lat byggja í 1980 á skipasmiðjuni Forges Caloin, í Etaples í Fraklandi. 12 juni í 1980 fór Leivur í Hesti av bakkastokki, mamma og pápi vóru, saman við øðrum, við til hátíðarhaldið og dópin, hetta var einasta ferð tey bæði vóru vekk frá okkum børnum, annars plagdi mamma altíð at vera heima hjá okkum, uttan tá mamma lá á Landssjúkrahúsinum í 1982 í tveir mánaðar, tá var pápi heima hjá okkum. Hetta var ein serlig ferð saman hjá mammu og pápa, at vera í Fraklandi, tey ferðaðust annars bert til Danmarkar, og í Fraklandi vóru tey í París, har tey búðu á hotelli í Rue des Ecoles, tey vóru í Calais, Le Havre og Etaples.
Aftaná Sjúrður Tollakson kom heim frá Senegal, fór pápi at sigla við Leivi í Hesti. Leivur í Hesti fiskaði rundanum Føroyar. Túrarnir vóru styttri, og pápi var oftari heima, tó var hann styttri heima nú, hann var heima í einar tveir til fýra dagar áðrenn hann fór útaftur. Nú var pápi bæði dekkari og kokkur, hann skuldi eisini syrgja fyri proviantinum, ein partur av tíðini í landi fór við at planleggja og bíleggja mat. Tíðin við Leivi í Hesti kom at handla nógv um mat og kokkast. Hann bílegði mat, bakaði og gjørdi mat til manningina. Mamma plagdi at baka kaku, so pápi kundi taka nýbakaða kaku við umborð til mennirnar. Í 1987 bleiv Leivur í Hesti seldur, og pápi fór í land at arbeiða í nøkur ár.
Í 1991 fór pápi tó at sigla við Vesturtúgvu. Pápi var eisini við Vestursøka, og síðsti túrurin hjá pápa var í 1994 við Vestursøka. Eftir tað fór pápi í land. Pápi starvaðist í fleiri ár á Flakavirkinum í Miðvági, tað dámdi pápa sera væl, tað bleiv gjørt burturúr at starvsfólkini skuldu trívast. Í 2003 bleiv flakavirkið ársins arbeiðspláss, har vóru nógv, sum dámdu væl at starvast har. Ein part av tíðini hevði pápi ikki bil, so gekk hann ímillum Sandavág og Miðvág. Starvsfelagarnir vóru sera fittir at bjóða pápa við í bilin, tað bleiv alíkavæl til nógvar gongutúrar. Pápi klagaði ikki um at skula ganga, men var glaður tá onkur tók hann uppí tá hann gekk heim. Starvsfólkini, fingu 6. juni 2008 at vita, at flakavirkið í Miðvági fór at lata aftur, og at Fiskavirking fór at gevast við virksemi sínum í Vágum. Eftir tað starvaðist pápi hjá alivirkinum Luna, sum hevur røtur í Gøtu, tað hevði nógv at siga fyri pápa. Hann var eisini glaður fyri arbeiði á Luna, og hann var takksamur fyri at hava fingið arbeiði har eftir at Flakavirkið stongdi. Pápi var hjá Luna til hann fór á pensión.
Nýrini og orkan viknaðu, tá pápi var 70 ár byrjaði hann í dialysu á Landsjúkrahúsinum, dialysan var tvær ferðir um vikuna, hetta var lekjandi fyri pápa, tó samstundis hart fyri kroppin, og at síggja nógv fólk detta burturfrá tey 10 árini hann fekk dialysu. Dialysan var sum eitt arbeiði fyri pápa, har hann fór upp klokkan seks um morgunin, gjørdi seg kláran til bussurin kom eftir honum um hálvgum átta tíðina. Hann var heima aftur um tvey tíðina seinnapartin. Í nøkur ár gekk hann tvær ferðir um vikuna, síðan tríggjar, dialysan var ikki líka góð sum egnu nýruni, tí dialysan sleit uppá kroppin samstundis bleiv pápi eldri. Dialysudeildin tók sær væl av pápa, hann visti hann var í góðum hondum. Tá dialysan steðgaði, vistu vit og pápi, at hann ikki hevði langa tíð eftir.
Pápi mátti taka nógv, sum lívið gav honum á seg. Hann hevði strævið og ríkt lív. Hann segði tó aldrin at dialysan var strævin, heldur ikki at arbeiði. Hann tosaði um tey góðu tingini í lívinum, stuttligar og áhugaverdar hendingar, og tagdi um tað sum var minnið gott. Hann gav altíð klemm og muss á kjálkan, sjálvt um hann ikki gjørdi hóvasták burturur, so vistu vit at hann var góður við familjuna, okkum børn, abbabørnini, við systkini, og ikki minst mammu.
Takk til øll, sum vóru við til jarðarferðina hjá pápa, øll, sum mintust á annan hátt.
Takk til tykkum sum vóru so fitt at baka, og at hjálpa til.
Nu lukker sig mit øje,
Gud Fader i det høje,
i varetægt mig tag!
Fra synd og sorg og fare
din engel mig bevare,
som ledet har min fod i dag!
Peter Foersom 1813
Hvíl í friði.
- Bergfríða, Janus, Tollakur, Gilli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald