Annað

Minningarorð um Ednu Niclasen

Í dag er eitt ár liðið síðan vit søgdu okkara seinasta farvæl við ommu, Ednu Niclasen.

2025-03-17 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu tíðina hevur fyrsta ørindi úr sálmanum eftir Mikkjal á Ryggi runga í mínum høvdi:

“Tað er ein stutt, ein stokkut løta,

so fara vit úr hesi verð;

í himmiríki aftur møta 

vit teimum, sum vit mistu her,

sum tú algóði faðir mín

í náði leiddi heim til tín.”

Til tíðir kenninst lívið sum ein stutt og stokkut løta, og í sorgini verður hetta enn meira sjónligt. Vit kunnu gleðast um, og vóna, at vit einaferð aftur møta teimum vit hava mist, men í tí sváru løtuni ger tað ikki sorgina minni. Sorgin nývir ikki minni, hóast vit vóna at vit møtast aftur, men tað kann gera dagarnar stytri og summar løtur lættari. 

Hóast lívið bert eru stuttar stokkutar løtur, so vóru løturnar við ommu  als ikki stokkutar. Tær vóru livandi, ríkar og fullar av kærleika. Tíðin við ommu kennist alt ov stutt, og tó so kunnu vit skriva bøkur um minnini og løturnar vit hava havt saman við henni. At eiga eina ommu er eingin sjálvfylgja, og tí eru minnini saman við henni serliga dýrabar.

Tá tað verður sipa til ommu, er handarbeiði skjótt eitt tað fyrsta, sum kemur til huga. Omma dugdi sum fáur at binda, brodera, hekla, seyma og rigga til. Hon var álitið hjá nógvum og hevur lagt nógvum lag á. Hennara nærmastu eru einki undantak, og mugu vit nú royna at taka siðin upp. Tó so var omma so nógv meira enn, hvat hennara hendur kláraðu at evna.

Omma var hjartalig. Hon segði ikki altíð so nógv, og tosaði ikki bara fyri at blíva hoyrd, men hon var tó aldrin friðalig. Hvørfall ikki á tann hátt, at hon hvarv í mongdini. Omma var varðin í øllum hon tókst við. Hon var eitt menniskja sum onnur vildu vera ein partur av. Fólk komu saman har hon var. Hon var fevnandi og hevði eina serliga gávu, soleiðis at øll sum vóru tætt hjá henni, føldu seg týdningarmiklan. 

Vit hava øll klettar í okkara lívið. Fólk sum eru ein hornasteinur undir øllum tí vit sjálvi eru. At missa ein av hornasteinunum er tungt, og tað kennist sum um allur varðin koppar, og hann er tungur at reisa aftur. Omma var ein klettur. Hornasteinurin undir varðunum hjá okkum øllum. Í sínum stilla lyndi savnaði hon øll hon var góð við. At missa ommu hevur verið svárt og púra óskiljandi. 

At ímynda mær lívið framyvir, uttan ein av teimum berandi hornasteinunum undir varðanum eg sjálv eri, er torført og sera svárt. Eg skal framvegis vera mamma, dama, dóttir, systir, abbadóttir, vinkona, starvsfelagið og allir hinir leiklutirnir eg beri. Tó so ynski eg so inniliga eisini at vera ommudóttir. Ikki bert í minnunum og hjartanum, men í mínum gerandisdegi. Eg eri heppin, at eg enn havi nógvir leiklutir, og nógv fantastisk fólk rundan um meg, men tó so er mítt ynski um at hava ommu hjá mær so inniligt. Tað kennist so óveruligt at omma ikki er her meira, og eg ynski ikki at hetta skal vera okkara veruleiki. 

Tá vit fluttu heim aftur til Føroyar, fluttu vit inn til ommu og abba. Eg hevði glett meg til nógvar løtur saman við teimum báðum, nú vit komu at búgva undir sama takið. Løturnar vit høvdu saman vóru eisini heilt serligar, hóast vit einans fingu 9mánaðar á sama búðsaði. Eg skilji ikki hvussu vit á sumri 2023 brúktu okkara tíð at fáa spøntapet av veggunum, í teirra kjallara íbúð, til at hon bert fáar mánaðar seinni, ikki var í ímillum okkum meira. Eg hevði so glett meg til, at mínar gentur skuldu vaksa upp saman við ommu og abba, men so bleiv ikki. Men hóast løtan við ommu bleiv alt ov stokkut, so veit eg, at hon hevur lagt nógv gott í tær, tí hóast hon ikki altíð gjørdi tað av tilvild, so gjørdi hon tað. Og tað sum eftir er, kunnu vit onnur bera víðari, tí tað er púra vist, at omma eigur ein stóran leiklut av øllum tí góða vit øll eiga í okkum.

Í tí stuttu og stokkuti løtuni, gleðist eg tó yvir, at vit enn hava abba hjá okkum. Omma var hansara berandi hornasteinur, og skal hann nú byggja sín varða upp av nýggjum. Lukkutíð hava tey bæði syrgt fyri, at tað eru góðir steinar at byggja varðar við. Vit mugu nú øll royna at stápla okkara varðar upp, soleiðis at teir aftur standa sterkt. Vit eru heppin at hava hvønn annan. Eg og hini ommu- og abbabørnini eru heppin, at omma og abbi hava givið teirra børnum so nógv gott, at hóast ein so týðandi hornasteinur í teirra lívið er burtur, so klára tey at hjálpa okkum at stápla tað upp aftur, sum er koppa. 

Eingin av okkara varðum verður eins, sum hann var áður, og tað kemur altíð at mangla ein berandi klettur, men vit hava øll fingið tað gávu at vera ein partur av ommusa lívið. Hóast byrðan í løtuni er svár og tung, so eru tær farnu løturnar saman við henni tað verdar. 

Alda plagar at hyggja upp í skýggini og vita um hon sær ommulang, og eg má viðganga, at eg ofta hyggi sama veg. Hóast tað er tungt, so er tað so umráðandi at minnast alt tað góða, og løturnar vit øll høvdu saman við ommu vóru góðar. Hvør einasta ein løta var góð og vit goyma tær allar í hjartanum.  Eisini gleðist eg í dag yvir, at eg kann fortelja mínum gentum um allar tær góðu og minnisverdu løturnar, vit hava havt saman við ommu. 

Anja Magnussen, ommudóttir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder