
Við tungum hjørtum minnast vit Brand Kjartansson, okkara fyrsta ommu- og abbabarn, sum hevur verið ein stór gleði í okkara lívi. Hann búði inni hjá okkum tey fyrstu árini, og tá tey fluttu út, vitjaði hann okkum dagliga. Brandur var ein glaður drongur, og tað var altíð eitt bros á hansara fitta snýði. Har sum Brandur var, var altíð góður stemningur.
Tá hann bleiv størri, plagdi hann at bíleggja eggjakaku frá ommu, tað var so hugnaligt at sita saman, hugna okkum, meðan hann so hugagóður át eina máltíð saman við okkum. Honum dámdi eisini væl at koma inn til okkum at fáa sær ein lúr ella at bara at slappa av og vera til.
Brandur var sera góður við okkum, ommu og abba - tað var hann við alla familjuna. Vit minnast hann sum ein hjálpsaman og arbeiðssaman drong, sum altíð var klárur at taka eina hond í og hjálpa við øllum arbeiðinum, sum skuldi gerast í tí dagliga. Hesir eginleikar komu honum til gagns, tá hann fór at sigla. Hann var avhildin umborð, sum ein arbeiðssamur og fittur maður. Frá tí hann megnaði tað, var Brandur við á fjalli, ódnin hjá honum var undir liðini á abba í Skoradali, hann dámdi avbjóðingar og einans átta ára gamal var hann við abba, Heina og øðrum sandavágsmonnum í Vestaruskor. Hann er yngsti maður, sum hevur veri í Skorini eftir seyði.
Sum barn íðkaði Brandur nógvan ítrótt. Hann spældi bólt, fótbólt og hondbólt, róði í nøkur ár og vandi styrki, tá hann bleiv vaksin. Í tannárunum hevði Brandur stóran áhuga í knallertum, og hann var sera errin av crossini, sum hann átti.
Brandur hevði stóran týdning fyri familjuna, tí vit samlaðust øll um hann, gleddust saman við honum, tí alt fyltist við gleði har hann var - var hann til staðar, var altíð eyka hugnaligt at práta og skemta.
Tómrúmið eftir hann er sera stórt, og vit syrgja hann so sáran. Tað er torført at skilja, hvussu hann á so undrunarverdan hátt skuldi takast frá okkum so tíðliga.
Hvíl í friði, elskaði Brandur. Vit minnast teg við kærleika og takksemi.
Omma og abbi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald