Havstovan: Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri sildastovnin nú er 4.1 mió. tons, sum er ein minking á 8% í mun til í fjør (Mynd 1). Tað er framvegis 2016 árgangurin, ið er bulurin í vaksna stovninum, og er hann mettur at vera 57% av sildastovninum. Tann vaksna sildin stóð norðan fyri Føroyar, eystan fyri Ísland og í altjóða sjógvi (Mynd 2).
Nøgdin av svartkjafti í kannaða økinum er í ár mett at vera 0.96 mio. tons, sum er ein minking á 36% í mun til í fjør. Nógv mest var at síggja av eitt til trý ára gomlum svartkjafti. Útbreiðslan líkist útbreiðsluni síðstu árini, har svartkjafturin serliga heldur til eystarlaga í Norskahavinum og beint norðan fyri Føroyar.
Kanningin varð skipað sum felagskanning, og londini, sum luttóku, vóru Bretland, Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg.
Havstovan 28/6-2023,
Sólvá Káradóttir Eliasen
Mynd 1. Vísitalið fyri norðhavssild í kanningunum norðanfyri 1996-2023. Seinastu 12 árini hevur vísitalið ligið rættuliga støðugt millum 4.1 og 5.9 mió. tons. Svørtu strikurnar vísa óvissuna av virðunum.
Mynd 2. Útbreiðslan av norðhavssild í kanningunum í mai 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald